Grein24. september 2025

Myndir: Íslandsferð 2025

Seinastu vikuna hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi verið í Íslandi

Myndarøð

Tvær ferðir hittu vit umboð fyri Samfylkingina, sum er íslendski javnaðarflokkurin

Í viku 38 hava vit úr Javnaðarflokkinum á Fólkatingi verið á kunningarferð í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.

Endamálið við ferðini var at kunna okkum um, hvussu íslendingar skipa seg innan ymisk viðurskifti. Serliga vóru vit áhugað í at hoyra um íslendskan uttanríkispolitikk, og hvønn leiklut Ísland hevur innan trygd og verju hjá NATO.

Okkara áhugi í íslendsku viðurskiftunum kemur í kjalarvørrinum av ætlanunum hjá Føroyum um størri føroyskt sjálvræði.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, luttók í sama sambandi eisini til Control Committee fundin hjá Nordic Investment Bank.

Á ferðini vitjaðu vit eitt nú: Samfylkingina (íslendski javnaðarflokkurin), Altingið, Uttanríkismálaráðið, Keflavík-herstøðina, Bjargingartænastuna, Háskóla Íslands, sendistovurnar hjá USA, ES og Føroyum.

Sí myndirnar her