Fríggjakvøldið 10. oktober var Mentanarnátt í Keypmannahavn. Í hesum sambandi skipaðu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin sum vant fyri einum tiltaki á Christiansborg við føroyskari mentan í hásæti. Á skránni var kórsangur við Húsakórinum, føroyskur dansur við Fótatraðk, framsýning hjá Marjun Heimá og tónleikur frá Jónas Gaard.