Sjúrður Skaale
11. maj 2021
Sjúrður Skaale

Nick Hækkerup ásannar, at avbjóðingar eru í Mjørkadali

Sjúrður Skaale hevur fingið svar frá danska løgmálaráðharranum um umstøðurnar í Mjørkadali, nú samráðingarnar um karmarnar fyri kriminalforsorgina nærkast.

Ein afturvendandi avbjóðing í føroysku kriminalforsorgini er, at tað ikki eru nóg góðar umstøður at hýsa øllum fangum og varðhaldsfongslaðum, og stundum mugu persónar sendast til Danmarkar.

Sjúrður Skaale hevur ofta tikið málið upp mótvegis donsku stjórnini, og og dag hevur hann aftur fingið svar uppá nakrar spurningar.

Svarini eru ikki serliga ítøkilig, men kortini ásannar løgmálaráðharrin, at avbjóðingar eru í sambandi við varðhaldið í Føroyum, og fegnast um, at sjøtul er settur á útgreinandi arbeiði, sum skal finna fram til ábøtur, ið kunnu takast upp til komandi samráðingar fyri karmarnar um kriminalforsorgina.

Arbeiðsbólkurin, sum er settur at greina umstøðurnar í Mjørkadali, er mannaður við umboðum úr bæði Føroyum og Danmark. Frágreiðingin skal koma við uppskotum til hvussu avbjóðingarnar í Mjørkadali kunnu loysast, og tey verða tikin við til samráðingarborðið, tá ið karmarnir fyri kriminalforsorgina skulu ásetast fyri komandi fýra árini.

Føroysku fólkatingsumboðini hava tryggjað sær at vera við sum ein forlongdur armur hjá landsstýrinum, tá tær politisku samráðingarnar verða.

Sí spurningarnar frá Sjúrði og svarini frá løgmálaráðharranum her og her