Sjúrður Skaale
09. juni 2022
Sjúrður Skaale

Nú verður lættari hjá listafólki at flyta listaverk

- Tað hevur stundum verið óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at sýna sína list fram í Danmark. Eg fegnist um, at tað nú verður einfaldari, sigur Sjúrður Skaale.

Í dag verður lógaruppskotið, sum skal gera tað einfaldari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark, endaliga samtykt í fólkatinginum. Sjúrður Skaale fegnast um, at danski skattaministarin hevur lurtað:

- Onkuntíð arbeiðir man í tí stóra, teoretiska luftlagnum. Aðrar tíðir er man niðri í detaljum, sum ávirka dagliga virksemið hjá fólki. Í hesum førinum fer ein lítil lógarbroyting at hava við sær, at tað verður lættari hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark.

Lógin verður nú broytt, soleiðis at tað ikki longur verður neyðugt hjá listafólki at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu flytast til Danmarkar til framsýningar.

- Tað hevur stundum verið óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at sýna sína list fram í Danmark. Eg fegnist um, at tað nú verður einfaldari, sigur Sjúrður Skaale.


Lógaruppskotið kemur væntandi í gildi 1 juli í 2022.