07. september 2021

Nýggj frágreiðing - Verja og Vandi

Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur útgivið nýggja frágreiðing, sum viðger verju- og trygdarpolitisku avbjóðingarnar hjá Føroyum í Arktis.

Seinastu árini hava Føroyar merkt óvanligan áhuga frá stórveldunum fyri avgerðum, sum áður høvdu verið púra óviðkomandi fyri umheimin. Men av tí at altjóða eygu eru vend móti øllum virksemi í Arktis, verða alsamt fleiri avgerðir nú vigaðar á eini trygdarpolitiskari vágskál. Eisini hjá Føroyum, sum liggja á gáttini millum Evropa og Arktis.

Tað gjørdist ógvuliga greitt, tá ið kinesisk og amerikansk sendifólk brúktu stóra orku at ávirka avgerðina hjá Føroya Tele um veitaran av nýggja 5G netinum. Politiska rokið og stóri áhugin frá útlendskum miðlum fyri málinum politiseraði tað, og at enda varð samstarvið við Huawei slept og svenska Ericsson slapp framat

Somuleiðis hevur nógv kjak staðist av ætlanunum at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara í Føroyum, tí fleiri løgtingslimir ikki mettu seg hava fingið nóg stórt innlit í málið, tá ið fólkatingið boðaði frá, at pengar longu vórðu settar av til radaran.

At viðurskiftini hjá Føroyum við útheimin eru fyri broytingum, sæst eisini aftur í, hvussu evsta valdið í Føroyum setir nýggju støðuna í talu. Løgmaður hevur ásannað, at fjarskiftismál – sum annars eru vinnulig – nú verða ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki. Somuleiðis hevur hann eggjað til, at Føroyar skulu føra ein virknari trygdarpolitikk, har vit ikki eru bangin fyri at standa saman við Vesturheiminum.

Serliga ríkisrættarliga støða Føroya einumegin, og stóri samhandilin við Russland og Kina hinumegin, seta føroyskan politikk í eina nýggja og avbjóðandi støðu, har handils- og trygdarmál renna saman. Trygdarpolitikkur er danskt málsøki, meðan vinnupolitikkur er føroyskt málsøki. Politiska valdið stendur tískil fyri eini tíð, har javnvág skal finnast millum vinnulig og trygdarpolitisk atlit.

Huawei-málið og spurningurin um nýggjan radara siga okkum, at hóast Føroyar ikki ynskja at gerast partur av ósemjum og trætum hjá øðrum, kunnu vit dragast upp í tær. Tí træturnar kunnu eisini snúgva seg um júst tað økið, vit liggja á, teir samstarvsfelagar vit velja. Og teir, vit velja frá.

Træturnar kunnu, í ringasta føri, noyða okkum at velja síðu.

Hendan støðan og søguligi samanhangurin hjá Føroyum í mun til NATO verða viðgjørd í nýggjari frágreiðing, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingið gevur út í dag. Í tí sambandinum verður eisini almenn ráðstevna hildin 24. september í Føroyum, har politikarar, myndugleikar og granskarar úr Norðurlondum, USA og Føroyum koma at kjakast um støðuna í dag, og hvørjar avbjóðingar og møguleikar eru fyri framman.