Sjúrður Skaale
Tíðindi30. juni 2020
Sjúrður Skaale

Pínligt og respektleyst: Danmark flaggar skeivt á triðja sinni

Í gjár flaggaðu almennir bygningar í Danmark við Merkinum, tí teir hildu tað vera ólavsøku.

Høvðusbygningurin hjá Keypmannahavnar Universiteti veittraði við Merkinum í gjár, 29. juni, tí tey hildu tað vera ólavsøku. (Mynd: Símun Waag)

- Hetta er triðja ferðin eftir fimm árum, at almenna Danmark antin fer skeivt av hvussu Merkið sær út, ella nær tað er ólavsøka. Pínligt og respektleyst heldur Sjúrður Skaale, sum hevur sett stjórnini fýra spurningar um málið.

Á várið í 2016 avgjørdi danska stjórnin, at almennir bygningar skuldu vinda Merkið á stong 29. juli. Endamálið var at sýna Føroyum virðing, men longu fyrstu ferð, at fløggini skuldu upp, vórðu litirnir ikki teir røttu á flagginum.

Í 2018 var litsamansetingin røtt, men Merkið varð vundið á stong á fleiri almennum bygningum á skeivum degi – 29. juni.

- Hóast hesi pínligu mistøkini hava fingið nógva umrøðu hvørjaferð, varð Merkið aftur í gjár vundið á stong á skeivum degi, sigur Sjúrður Skaale.

Teir fýra spurningarnir, sum Sjúrður hevur sett stjórnini eru soljóðandi:

1. Hvad er ministerens holdning til, at danske myndigheder i år, for tredje gang ud af fem mulige, begik pinlige fejl når der i henhold til regeringens beslutning fra marts 2016 skulle flages med færøske flag på ólavsøka?

2. Er ministeren enig med dem, som mener, at fejlene udtrykker det modsatte af den respekt for Færøerne, som flagningen havde som erklæret hensigt at vise?  

3. Da der, spørgeren bekendt, ikke er andre eksempler på, at man fra offentlig dansk side har taget fejl af andre landes flage og/eller nationaldage, hvad er så ministerens holdning til, at det gentagne gange sker når det gælder Færøerne?

4. Hvad agter ministeren at gøre for at sikre, at disse fejl med flagningen ikke gentager sig?