Her er røðan, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, helt til endaorðaskiftið 21. mai
Mikudagin 21. mai var endaorðaskifti á fólkatingi. Í hesum sambandi helt Sjúrður Skaale eina røðu, har hann ramsaði upp nakrar hendingar og útsagnir, sum vísa á sambandið millum Føroyar og Russland frá 1977 til í dag.
Sjúrður Skaale meinar, at hesar hendingar og útsagnir benda á, at:
1) Føroyingar eru eitt sindur góðvarnir, tá tað kemur til Russland
2) Danskir myndugleikar, sum hava evstu ábyrgd av trygdini, kanska eru eitt sindur passivir
3) ES ikki skilir, hvussu stóran strategiska týdning tætt búskaparligt samstarv hevur.
Síggj og hoyr røðuna í videobrotinum niðast í greinini her.
Eisini er svar upp á spurningar frá Flemming Møller Mortensen (S), sum tekur væl saman um essensin í røðuni.