Tíðindi06. januar 2023

Sjúrður er formaður í Arktisku sendinevndini

Sjúrður fremsta fólk í Artisku sendinevndini í fólkatinginum, sum eitt nú arbeiðir við trygdarpolitikki og umhvørvisvernd.

Tað er greitt, at Sjúrður Skaale nú er formaður í Artisku sendinevndini, varalimir í Uttanríkispolitisku nevndini og næstformaður í Føroyanevndini, tá fólkatingið valdu tær 30 fólkatingsnevndirnar.

Artiska sendinevndin

Artiska sendinevndin arbeiðir við evnum s.s. trygdarpolitikki, umhvørvisvernd og burðardyggari menning innan vinnu. Sjúrður Skaale er oddafólk í sendinevndini, sum fer at luttaka á fundum, seminarum, ráðstevnum og ferðum, har spurningar v.v. artiskt verða viðgjørdir.