04. juni 2025

Sjúrður Skaale tekur broytingaruppskot aftur

Minnisrøða um Janusz Kamola, ið hevði eitt brennandi ynski um at gerast føroyingur, áðrenn hann doyði

Útsýni úr húsunum, har Janusz ætlaði at njóta lívsins kvøld, var frálíkt

Mikudagin 4. juni var onnur viðgerð av "Lov om indfødsrets meddelelse. Í tí sambandi hevði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, lagt eitt broytingaruppskot fram.

Uppskotið snúði seg um póllendingin Janusz Kamola, sum í áratíggju vígdi sítt lív og sítt virki til føroyska samfelagið, og hevði eitt stórt ynski: At gerast føroyingur sambært lógini eins væl og í sinninum. At gerast ríkisborgari.

Nú skuldi tað endiliga vera. Uppskotið var lagt fram, og ein greiður meiriluti hevði lovað at atkvøða fyri.

Men tað var ov seint.

Janusz doyði fríggjadagin 30. mai.

Eftir áheitan frá dóttrini, Annu, helt Sjúrður Skaale hesa stuttu minnistalu í dag, tá atkvøðan annars skuldi havt verið. Eisini eru nakrar av viðmerkingunum frá øðrum politikarum við.

Hygg og hoyr røðuna á fólkatingsins talarastóli her: