Javnaðarflokkurin á Fólkatingi setur nú kósina móti sólskinsoynni, Bornholm.
Fólkafundurin er eitt árligt tiltak, har politikarar og borgarar hittast við endamálinum at styrkja um fólkaræðið.
Sjúrður Skaale er sum fólkatingsmaður boðin til fleiri tiltøk og kjak. Eitt nú um ríkisfelagsskapin, USA, trúarfrælsi og arbeiðið sum føroyskur fólkatingsmaður. Eisini skal hann luttaka í nøkrum útvarpssendingum og til nakrar óformellar fundir.
Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at ávirka kjakið og menna sambond.
Vit gleða okkum til nakrar spennandi og øðrvísi politiskar dagar!
Síggjast vit í Allinge?
Fylg annars við á Instagram og Facebook – har fara vit at dagføra við myndum og videobrotum frá Fólkafundinum.