12. maj 2026

Tjóðarsemja í veruleikanum

Fyri hálvum øðrum ári síðani boðaði ein søguliga breiður politiskur meiriluti frá, at ein semja var um hvussu framtíðar støða Føroya á altjóða pallinum skal síggja út. Síðani tá hevur verið tosað um eina “tjóðarsemju”.
Hugsanin er, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land í tøttum felagsskapi við Danmark og soleiðis fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm.
Men tað hevur verið lítið at hoyrt um, hvussu hetta kann gerast í veruleikanum. “Tjóðarsemja” hevur verið sum eitt bein við lítlum kjøti á – júst sum “nýtt samband”.
Tí hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi nú gjørt eina frágreiðing, har tað verður gjørt ítøkiligt.
Hvørjum heimildum hava vit tørv á? Hvussu fáa vit tær? Eru onnur lond, ið hava tílikar skipanir, sum vit kunnu samanbera okkum við? Og – ikki minst – hvørjar eru politisku avbjóðingarnar um hetta skal fremjast í verki?
Hetta verður lagt fram í Kongshøll frá kl. 13 til 15 mikudagin 13. januar.
Skráin verður henda:
Frágreiðingin verður løgd fram, og Sólvit Nolsø tosar síðani stutt við Sjúrð Skaale.
Síðani stýrir Sólvit einum kjaki millum tríggjar viðkomandi persónar:
Frá politisku síðuni verða tað Helena Dam á Neystabø og Bjarni Djurholm, ið bæði vóru í miðdeplinum, tá kreppan millum Føroyar og Danmark tók seg upp í 1990’unum og endaði við samráðingum um fullveldi, og sum serfrøðingur verður tað Rógvi Olavson, ið skrivar ritgerð um júst hesar spurningar.