Grein02. februar 2023

Vegleiðing fyri skattafrítøku av pensjónsútgjaldi

Fleiri føroyingar við skattskyldu í Føroyum uppliva trupulleikar, tá pensjónin úr Danmark skal útgjaldast, tí teir fáa av órøttum skattarokning í Danmark. Serliga eru tað fólk innan heilsuøki, løgregluna og nakrir námsfrøðingar. Her er ein yvirskipað vegleiðing fyri, hvussu ein skal bera seg at.

pensjón

Hesi starvsfólk fáa sum útgangsstøði pensjónina útgoldnað úr donskum pensjónskassa, samstundis sum tey hava skattskyldu í Føroyum. Orsøkirnar til hetta eru tó ymiskar hjá ymsu fakbólkunum.

Vit skulu gera greitt beinanvegin, at pensjónsmál eru einstaklingamál. Tískil er ikki møguligt at gera eina neyva vegleiðing, sum øll kunnu fylgja nágreiniliga. Talan er heldur um eina yvirskipaða vegleiðing, sum kann hjálpa væl á mál.

Fyri at vísa, hvussu ein skal bera seg at, er fyrst neyðugt at lýsa støðuna hjá hvørjum fakbólki:

 

Orsøkin til avbjóðingina við pensjónum
Heilsustarvsfólk: Pensjónsgjaldið hjá heilsustarvsfólkum er síðani 1. juli 2012 inngoldið til LÍV. Tó hevur ein stórur partur av limunum í dag enn sína gomlu eftirlønaruppsparing í PKA, hóast inngoldið nú verður til LÍV. Tískil skulu tey fáa útgjøld frá bæði PKA og LÍV. Í hesum bólkinum eru fleiri, ið fáa skattarokning úr Danmark, hóast tey hava fulla skattskyldu í Føroyum.

Løgreglufólk: Pensjónsgjaldið til løgreglufólk í Føroyum er ein tænastumannapensjón úr Danmark, sum er umsitin av Udbetaling Damark. Hetta kemst av, at løgreglan er danskt málsøki og tískil danskt tænastumannastarv. Hetta kann skapa avbjóðingar við pensjónini, tí hóast føroyskir politistar hava skattskyldu í Føroyum, uppliva fleiri at fáa skattarokning úr Danmark. Hetta av tí at allar pensjónir í Danmark við lóg eru álagdar at rinda pensjónsavkastskatt í Danmark.

Hóast pensjónsavkastskatturin til danska statin ikki er høgur, so er møguligt hjá føroyingum búsitandi í Føroyum at søkja um frítøku fyri hesum skattinum. Tað verður gjørt á serligum oyðublaði 07.058 hjá Skattestyrelsen. Harfturat má ein F54 váttan útfyllast frá TAKS í Føroyum og sendast til Skat.dk.

 

Søk um skattafrítøku samstundis sum tú søkir pensjón

Tað mest upplagda er at søkja um skattafrítøku, samstundis sum ein søkir um at fáa pensjón. Hetta kann gerast tveir mánaðir áðrenn, ein ynskir at fáa eftirlønina útgoldna. Í umsóknini til PKA skal ein upplýsa, nær ein ynskir fyrstu útgjaldingina, og samstundis kann ein viðmerkja, at hetta skal útgjaldast, tá Skat Danmark hevur játtað skattafrítøkuna.

Um ein longu er pensjóneraður, men ikki hevur søkt um skattafrítøku, ber væl til at gera tað kortini. Tó ber bert til at fáa skatt, sum er goldin av órøttum, aftur í mesta lagi trý ár aftur í tíð.  

Tað kann upplivast fløkjasligt at fáast við hetta. Tí er gott at fylgja hesi vegleiðingini. Um tú hevur trupult við at skilja hana er snilt at biðja onkran hjálpa tær.


*Fyri at trýsta á leinkjurnar í vegleiðingini skalt tú halda á tastaturknappinum ctrl og síðani trýsta á leinkjuna.

 

Yvirskipaða vegleiðingin fyri skattafrítøku av pensjónsútgjaldi

  1. Fyrst er neyðugt at søkja um skattafrítøku hjá SKAT Danmark. Hetta kanst tú gera við at útfylla hetta skjalið: 07061_ns_modul A4.qxd (skat.dk).
  2. Tað er umráðandi, at tú hevur skjøl, sum prógva, nær og hvar tú hevur búð og býrt. Fyri at fáa bústaðarváttan vendir tú tær til Umhvørvisstovuna. Til ber at fáa talgilda bústaðarváttan her: Tænastur - Vangin. Tú kanst eisini ringja til Umhvørvisstovuna og spyrja um hjálp.
  3. Eftirfylgjandi sendir tú skjalið saman við váttanum frá Umhvørvisstovuni um bústaðarváttan til SKAT Danmark.
  4. Samstundis sum tú ger hetta, vendir tú tær til tín banka, sum skal vátta títt kontonummar fyri tínum pensjónsfelagi (PKA hjá heilsustarvsfólkum ella Udbetaling Danmark hjá løgreglufólki). Orsøkin til, at tú noyðist at hava váttan fyri hesum er, at PKA og Udbetaling Danmark skulu fyribyrgja hvítting.
  5. Um tú ert heilsustarvsfólk greiðir tú PKA frá, hvussu tú ynskir at fáa tína pensjón útgoldna. Løgreglufólk skulu ikki gera hetta, tí hjá Udbetaling Danmark eru fastar reglur fyri, hvussu pensjónin verður útgoldin.

 

Teir myndugleikar og stovnar, tú skal venda tær til í hesi tilgongd, eru:

  • SKAT Danmark: Tlf:  +45 72 22 28 92
  • Taks í Føroyum: Tlf: +298 35 26 00
  • Umhvørvisstovuna: Tlf: +289 34 24 00
  • Tín banka: Telefonnummarið hjá tínum banka
  • Heilsustarvsfólk: PKA: Tlf: +45 39 45 45 40
  • Løgreglufólk: Udbetaling Danmark: Tlf: +45 70 12 80 61

 

Hevur tú trupulleikar at skilja vegleiðingina ella aðrar spurningar, kanst tú (um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur) venda tær til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á tlf. nr.: +298 31 13 09 ella umvegis teldupost til info@sjukrarokt.fo.

Um tú ert løgreglufólk, kanst tú venda tær til Føroya Politistafelag á tlf.: +298 35 14 48 lok. 5600 ella umvegis teldupost til politistafelag@gmail.com.

 

Onnur heilsustarvsfólk venda sær til sítt fakfelag