Setanarrøðan hjá føroyska fólkatingsmanninum hevur fingið pláss í stóra danska blaðnum Weekendavisen við heitinum "Når gaderåb bliver til kampråb"
Viðhvørt prenta donsku bløðini røðurnar hjá Sjúrða Skaale á fólkatingi sum kronikkir.
Í ”Weekendavisen” hesa vikuna er røðan - eitt sindur umskrivað - prentað, sum Sjúrður Skaale helt, tá Fólkatingið varð sett.
Greinin hevur heitið: "Når gaderåb bliver til kampråb".
Kronikkin er eisini tøk talgilt á heimasíðuni hjá Weekendavísini. Hon kann lesast HER - men tað krevur, at tú hevur hald.
Sjálva røðan hin 9. oktober kann annars lesast og hoyrast HER.