Sjúrður heitir aftur á stjórnina at loysa pensjónsfløkju
08. september 2022

Sjúrður heitir aftur á stjórnina at loysa pensjónsfløkju

Hóast stjórnin í svari til fólkatingsmannin í fjør staðfesti, at ein nýggj skipan fer at gera tað lættari hjá føroyskum pensjónistum at fáa sína eftirløn útgoldnað úr Danmark, so er framvegis ov long bíðitíð.
Fleiri fráboðanir um talgildan kynsligan ágang seinastu árini
19. august 2022

Fleiri fráboðanir um talgildan kynsligan ágang seinastu árini

Í svari til Sjúrða Skaale sigur danski løgmálaráðharrin, at talið av fráboðanum um talgildan kynsligan ágang í Danmark er vaksið seinastu árini. Ministarin upplýsir eisini, at ein nýggj og servand rannsóknardeild hjá donsku løgregluni (NSK) kann hjálpa teirri føroysku við truplum, talgildum harðskap...
Vit vita alt ov lítið um talgildan harðskap móti kvinnum
09. august 2022

Vit vita alt ov lítið um talgildan harðskap móti kvinnum

Sjúrður Skaale tekur talgildan harðskap móti kvinnum upp aftur á Fólkatingi. Hesaferð er tað við eini áheitan á ministaran um at seta ferð á at fáa POL-SAS málsviðgerðarskipanina í brúk í Føroyum, soleiðis at løgreglan fær eitt betri yvirlit av talgildum harskapi í Føroyum.
Einki yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum
22. juni 2022

Einki yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum

Eftir søgurnar í mai mánaði um talgildan harðskap móti kvinnum, spurdi Sjúrður Skaale danska løgmálaráðharran um útbreiðsluna av slíkum málum, og um hvørji amboð løgreglan hevur til at arbeiða við teimum. Svarið frá løgmálaráðnum vísir, at ábøtur eru neyðugar.
Økt kavbátavirksemi, men lítið eftirlit
14. juni 2022

Økt kavbátavirksemi, men lítið eftirlit

Eftir at tveir amerikanskir kavbátar við stuttum millumbili vitjaðu í Nólsoyarfirði í mai mánaði, spurdi Sjúrður Skaale danska verjumálaráðharran um ørindini hjá kavbátunum. Og um tað fyrr er komið fyri, at kavbátar síggjast kring Føroyar.
Nú verður lættari hjá listafólki at flyta listaverk
09. juni 2022

Nú verður lættari hjá listafólki at flyta listaverk

- Tað hevur stundum verið óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at sýna sína list fram í Danmark. Eg fegnist um, at tað nú verður einfaldari, sigur Sjúrður Skaale.
Meiriluti fyri at filmar á føroyskum kunnu fáa stuðul
27. maj 2022

Meiriluti fyri at filmar á føroyskum kunnu fáa stuðul

Tá danskir filmsframleiðarar søkja stuðul til verkætlanir, sum heilt ella lutvíst fara fram í Føroyum ella á føroyskum, verða umsóknirnar avvístar. “Føroyar” eru í hesum høpi eitt útland, og “føroyskt” er eitt fremmandamál. Sjúrður Skaale hevur tryggjað meiriluta fyri at broyta hetta, tá nýggj films...
Fólkatingsumboð
Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale er fólkatingsumboð, valdur fyri Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi virkar fyri at gagna føroyskum einstaklingum, vinnulívi, mentan og føroyska samfelagnum.

sjurdur.skaale sjurdur.skaale

Útgávur