Fosturtøka: Vit mugu taka ábyrgd og gera okkara egnu lóg
18. august 2017

Fosturtøka: Vit mugu taka ábyrgd og gera okkara egnu lóg

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur latið gera eina kanning um hugburðin hjá føroyingum til fosturtøkuspurningin. – Vit hava vitað ov lítið, hvat fólk halda um hesa lóggávuna, sum vit hava havt í áratíggju. Og um, hvat fólk halda um fosturtøku sum heild. Alt ov fá hava álit á, at lóggávan verður ...
Stjórnin ger einki fyri krígsskaddan føroying
01. juli 2017

Stjórnin ger einki fyri krígsskaddan føroying

Ein føroyingur er komin illa fyri eftir at hava sett sítt lív í váða fyri statin. Ráðharrin ásannar, at reglurnar tykjast órímiligar, men gevur einki lyfti um at broyta tær. – Hetta er ein einfaldur trupulleiki, sum bert krevur politiskan vilja at loysa. Tann viljin er bara ikki til staðar, sigur Sj...
Skaale: - Hetta hevði lætt munandi um hjá teimum lesandi
27. juni 2017

Skaale: - Hetta hevði lætt munandi um hjá teimum lesandi

Føroysk lesandi hava ikki somu møguleikar at fyrireika seg til lestrarlívið sum donsku floksfelagar teirra. Orsøkin er tann einfalda, at tað ikki ber til at fáa útflýggjað NemID í Føroyum. – Hetta er ein púra óneyðug og reint teknisk forðing, sum ikki hoyrir heima í einum ríkisfelagsskapi, sigur Sjú...
Tað ger mun at vísa á skeivleikar
22. juni 2017

Tað ger mun at vísa á skeivleikar

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, vísti herfyri á nakrar skeivleikar í donskum undirvísingartilfarið til skúlanæmingar. – Hvørki føroyingar ella danir hava áhuga í hesum. Tí ivaðist eg ikki í, at nakað fór at vera gjørt við málið, og stjórnin hevur ikki skuffað í so máta, sigur hann.
Føroyskur veteranur komin illa fyri av danskari útlendingalóggávu
19. juni 2017

Føroyskur veteranur komin illa fyri av danskari útlendingalóggávu

- Man kann ikki siga við ein veteran, sum er vorðin sálarliga illa fyri av kríggi, at útlendska kona tín sleppur ikki at vera hjá tær, tí tú ikki kanst arbeiða – og tí fært eina veiting frá tí almenna. Tað er óvirðiligt, sigur Sjúrður Skaale, sum hevur sent donskum ráðharrum eina røð av spurningum u...
Skinnið í tí løgfrøðisligu kistuni
31. maj 2017

Skinnið í tí løgfrøðisligu kistuni

- En åben kiste kræver langt mere af os end en lukket. Den gør, at vi hver dag må være et tilvalg. Den kræver interesse og engagement – og disses forudsætning, nemlig viden.
Grindadráp: Havfrúgvin fyri skotum
30. maj 2017

Grindadráp: Havfrúgvin fyri skotum

Herverk varð framt móti Den Lille Havfrue í nátt. Amboðið var reyð máling og endamálið var at finnast at føroyska grindadrápinum. Málið hevur vakt ans í føroyskum og donskum miðlum - fá yvirlitið her
Fólkatingsumboð
Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale er fólkatingsumboð, valdur fyri Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi virkar fyri at gagna føroyskum einstaklingum, vinnulívi, mentan og føroyska samfelagnum.

sjurdur.skaale sjurdur.skaale

Útgávur