Fosturtøka - Tilvild og lógloysi

Hendan kanningin hevur staðfest tann varhuga, sum leingi hevur verið um fosturtøkuøkið í Føroyum: At hetta økið í roynd og veru liggur í lógloysi. At tað er tilvild og persónligi hugburðurin hjá læknanum, sum avger, um ein kvinna sleppur víðari út á landssjúkrahúsið at fáa fosturtøku ella ikki. Og at læknarnir ikki vilja hava hesa ábyrgdina. Her kann frágreiðingin "Fosturtøka í Føroyum - tilvild og lógloysi" lesast: